Vistfrøðiligar náttúrurannsóknir  
line decor
  
line decor
 
 
 
 

 
 
TÍÐINDI og KUNNING


Sopprót
Sopparót er gagnlig symbiosa millum soppar og plantur. Tað finnast ymisk sløg av sopparót, tann mest kenda er helst tann millum trø og soppasløg sum gera hundalond. Tann mest vanliga er tó millum ein ávísan bólk av soppum (Glomeromycota) og umleið 2/3 av øllum plantusløgum, og nevnist arbuskul sopparót. Henda sopparót finst um alla knøttin, frá tropunum til arktis. Arbuskul soppar verða roknaðir at hava gagnliga ávirkan á plantuvøksturin. Hetta vísir seg serliga við, at plantur við arbuskul sopparót hava meira fosfor í sær enn plantur uttan sopparót. Eisini verða plantur við sopparót roknaðar at vera betur førar fyri at standa ímóti sjúku og turki.

Føroyskir arbuskul soppar tykjast at vera rættiliga viðkvæmir fyri høgum hita, og bert nakrir heilt fáir tykjast vera førir fyri at gera sopparót um hitin er 25°C ístaðin fyri 15°C. Tá hugsað verður um møguligar veðurlagsbroytingar kann hetta fáa stóran týdning fyri vøksturin.

 
 
 
 
 
line decor
   
TEL609000