Vistfrøðiligar náttúrurannsóknir  
line decor
  
line decor
 
 
 
 

 
 
TÍÐINDI og KUNNING

 

Veðurlagsbroytingar og útlát
Kanningar av sopprót í mun til hita (leinki til verkætlanina Sopprót og hitabroytingar) hava víst, at flestu føroysku moldsoppar trívast best við miðal føroyskum summarveðri, og at teir hava trupult at vaksa um tað gerst heitari. Hesir soppar eru ein fortreyt fyri at plantur kunnu vaksa, serliga tí at føðsluevni eru so fast bundin í okkara vátu og køldu mold, og tí er føroysk mold ein sera góður parametur at kanna í sambandi við veðurlagsbroytingar.

Plantur og mold taka upp umleið 40% av tí mannaelvda koltvísúrni sum verður latið út í atmosferuna. Í sambandi við Kyoto Protokollina hevur tí verið viðgjørt hvørt tað er gjørligt at økja henda partin, so meira koltvísúrni verður bundið. Men gongdin kann eisini fara hin vegin, tí jú heitari verður, skjótari verður lívrunnið tilfar niðurbrotið. Somuleiðis um tað verður turrari. Hinvegin, verður moldin verandi vát og køld, kunnu vit rokna við, at moldin varðveitir ta nøgd av kolevni sum hon hevur, og møguliga leggur nakað afturat.

Í vegleiðingini til hvussu skrásetingar skulu gerast (Kyoto Protocol Reference Manual on Accounting of Emissions and Assigned Amounts, UNFCCC secretariat, feb. 2007) stendur fyriskrivað, at Annex 1 lond (tað eru framkomnu londini) skulu skráseta 6 ymsar bólkar, harímillum skal skrásetast hvussu lendi verður brúkt, broytingar í lendisnýtslu og skógrøkt. Ymist er hvussu langt tey ymsu londini eru komin við hesum skrásetingum, og full semja hevur ikki verið um hvørt tað ber til at skráseta nóg neyvt ávirkanina av lendisbroytingum.

Vanlig landbúnaðarmold í t.d. Danmark hevur lítið av kolevni, kanska eini 10%, og verður tí mett at vera mineralsk. Organisk mold hevur meira enn 20% av kolevni. Føroysk mold er organisk ið hvussu er upp til 500 m hædd (egnar mátingar, miðal 25% kolevni, á láglendi væl meira), og tí kann roknast við at Føroyar í mun lendisstødd, og per íbúgva, goyma ein upp á seg stóran part av kolevni.

Tað hevur tí týdning at vit fara undir at skráseta okkara kolevnisgoymslur, so at vit í minsta lagi vita hvussu verandi støða er. Hetta verður væntandi eitt krav um vit ynskja at vera við í veðurlagssáttmálum framyvir.

 
 
 
 
 
line decor
   
TEL609000