Vistfrøðiligar náttúrurannsóknir  
line decor
  
line decor
 
 
 
 

 
 
Náttúran og vistfrøðin

Høvuðsuppgávan hjá Gramar Gransking er at gera rannsóknir, sum eru knýttar at okkara náttúru og vistfrøðini. Endamálið er at fáa til vegar vitan um okkara náttúru, til tess at vit enn betur skulu vera før fyri at røkja náttúrutilfeingið á burðardyggum grundarlagi.

Í hesum sambandi bjóðar Gramar Gransking seg fram at veita stovnum, felagsskapum og einstaklingum tænastur, ið fevna um hetta slag av náttúrugransking og -rannsóknum.

Sum dømi um verkætlanir kunnu verða nevndar rannsóknin at kanna, hvussu arbuskul sopparót ávirkar umhvørviseitur, serliga tungmetall og PCB í plantuvevnaði, umframt stóra phd-verkætlanin, ið fevndi um sopprót (mycorrhiza) og hitalagsbroytingar.

Gramar Gransking er einskildur náttúrugranskingarstovnur settur á stovn í 2008. Dagligur leiðari er Erla Olsen phd í lívfrøði.

 
 

 
SOPPRÓT
Sopparót er gagnlig symbiosa millum soppar og plantur. Ymisk sløg av sopparót eru. Kendasta slagið er helst tann millum trø og soppasløg, ið gera hundalond. LES MEIRA

LÍVFRØÐILIGT MARGFELDI
At eyðmerkja smáverur við gentøkni er vorðið sera viðkomandi, nú løgtingið hevur samtykt sáttmálan um lívfrøðiligt margfeldi. LES MEIRA

VEÐURLAGSBROYTINGAR OG ÚTLÁT
Kanningar av sopprót í mun til hita hava víst, at flestu føroysku moldsoppar trívast best við miðal føroyskum summarveðri, og at teir hava trupult við at vaksa um tað gerst heitari. LES MEIRA

 
 
 
 
line decor
       
© GRAMAR 2008 • TEL609000