Alt prentgrafiskt arbeiði á einum stað
Spf Gramar • Bergsvegur 6 • 100 Tórshavn • 609000
 
line decor
  
line decor
 
 
 
 

 
 
Grafiskar heildarloysnir

Gramar er prentvirki við drúgvum royndum í bókaprenti og øðrum grafiskum framleiðslum. M.a. gera vit lýsingar, heimasíður, bløð, ársfrágreiðingar, fløguhúsar umframt grafiska sniðgávu.

Vit leggja størsta dentin á at veita dygdar vørur og tænastur til tíðina. Altíð fyri kappingarførar prísir.

• Vit bjóða holla ráðgeving og dygdar framleiðslu á øllum stigum í virkistilgongdini.
• Vit veita heildarloysnir í sambandi við øll sløg av grafiskum samskifti, bæði tá ið tað snýr seg um prent og heimasíðugerð.
• Vit veita málsliga ráðgeving í sambandi við tekstgerð.

Hevur tú tørv á einum dyggum samstarvspartnara í sambandi við grafiskar samskiftisloysnir av alskyns slag, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

 
 

 
Samband við Gramar
Hevur tú ein fyrispurning um eitthvørt í sambandi við prent, grafiska sniðgávu ella heimasíðugerð, ert tú væl komin at ringja 609000 ella senda fyrispurning sum web-post. LES MEIRA

Málslig ráðgeving og tænasta
Grafiskt samskifti krevur ofta at tekstur verður nýttur. Sum lið í bøttum tænastustøði veita vit málsliga leiðbeining, ið fevnir um alt frá rættlestri til tekstagerð. Tað snýr seg um at vera málrættur, eisini í tí grafiska samskiftinum. LES MEIRA

Repro
Grundarlagið undir øllum grafiskum framleiðslum er eitt dygdargott reproarbeiði. Við útgerð, sum lýkur hægstu krøv til dygd, kunnu vit átaka okkum tær mest krevjandi uppgávurnar í hesum sambandi. LES MEIRA

 
 
 
 
line decor