Alt prentgrafiskt arbeiði á einum stað
Spf Gramar • Bergsvegur 6 • 100 Tórshavn • 609000
 
line decor
  
line decor
 
 
 
 

 
 
Repro

Grundarlagið undir øllum grafiskum framleiðslum er eitt dygdargott reproarbeiði. Repro er ein stytting av orðinum "reproduktion", sum merkir "endurgerð". Í prenthøpi snýr tað seg um at endurgera ella skapa eina frummynd, ið nýtt verður sum grundarlag undir prentingini.
Í dag er meginparturin av sjálvum reproarbeiðinum vorðin talgildur (digitalur). So at siga alt, sum verður prentað í dag, verður framleitt talgilt við teldum.
Grafikkur verður gjørdur við teldu, tekningar í forritum so sum Illustrator, fotomyndir og myndaviðgerð í Photoshop. Myndir verða skannaðar við iQsmart3 skannara frá Kodak við forritinum oXYgen Scan. Tekstur og myndir verða sett upp í Quark Xpress og InDesign. Heimasíður verða sniðgivnar við forritum so sum Dreamweaver og Flash.
Hetta er viðurkendur og sera framkomin útbúnaður til at kalla allar prentgrafiskar loysnir.

 
 

 
Samband við Gramar
Hevur tú ein fyrispurning um eitthvørt í sambandi við prent, grafiska sniðgávu ella heimasíðugerð, ert tú væl komin at ringja 609000 ella senda fyrispurning sum web-post. LES MEIRA

Málslig ráðgeving og tænasta
Grafiskt samskifti eggjar ofta til at nýta málið. Tað snýr seg um at vera málrættur, eisini í tí grafiska samskiftinum. LES MEIRA

Heimasíðugerð
Framtíðar miðilin er alnetið. Tøknin, ið stýrir samskiftinum á alnetinum verður ment áhaldandi, og tí kann tað tykjast møtimikið hjá teimum flestu at halda seg dagførd á hesum øki. Vit kunnu bjóða vælvirkandi og ódýrar loysnir. LES MEIRA

 
 
 
 
line decor